Aftur í ár fara vit at varpa ljós á einsemi.

Vit kenna óivað øll til einsemi, vita um onkran, sum ofta er einsamallur ella kenna okkum sjálvi einsamøll til tíðir. Tað hevur ikki altíð verið tosað og varpað ljós á einsemi, men hevur hetta verið eitt meira tabu evnið. Tíbetur verður meira og meira ljós varpað á hendan trupulleikan, sum fleiri stríðast við.

Einsemi kann raka øll í ávísum tíðarskeiðum í lívinum og eisini kunnu støður uppstanda, ið hava við sær, at ein kennir seg einsamallan. Einsemi kann verða varandi, men tað kann tíbetur eisini hvørva aftur.

At kenna seg einsamallan í styttri tíð er ikki vandamikið, men eitt tekin um, at nú mugu vit søkja sosiala kontakt, men um einsemi varar leingi, kann tað hava álvarsligar avleiðingar við sær. Um ein broytur atferð og hevur ringt við at vera saman við øðrum, tí ein heldur, at ein sjálvur ikki hevur nakað at bjóða øðrum, oyðileggur hetta ikki bara lívsgóðskuna, men kann eisini verða skaðiligt fyri heilsuna.

Tíbetur kann nakað gerast við hendan trupulleikan. Um vit føla okkum einsamøll, kunnu vit byrja við at siga tað hart, helst við onkran annan. Tað krevur dirvi at tosa hart um tað, men tað er lættari at gera nakað við trupulleikan, tá ið man er fleiri um hann.

[divider] [space height=”20″]