Margarinfabrikkin er eitt virkishús fyri børn og ung í Tórshavnar Kommunu, í aldrinum frá 3. flokk til og við 17 ár.
Visjón:
- Vit síggja okkum sum ein klekingardepil, og er okkara visjón at kveikja, stimbra og fáa fram skapandi gávurnar og ónýttu møguleikarnar hjá børnunum og teimum ungu
- ”Set them free” ”Wow, I can fly…” sitat frá Peter Pan
Arbeiðsháttur:
- Vit hava tann arbeiðshugburð, at ein og hvør av okkum, bæði børn, ung og vaksin, gera tað vit duga best og eingin kann ella nýtist at duga alt. Hetta skapar eitt stuttligt, gevandi og kreativt umhvørvi
[space height=”30″]Hvat kunnu vit bjóða?
- Ein gerandisdag við spennandi upplivingum
- Altíð eitt gott prát
- Ein tryggan fordómsfríðan favn
- Vaksin, sum hava tíð til tín og síggja teg sum tann tú ert
[space height=”30″]Okkara námsfrøðiligi hugburður:
- Á Margarinfabrikkini hava vit stórt forstáilsi og rúma ymiskleika
- Vit arbeiða tilvitað við at skapa jaligar relasjónir og at stimbra sjálvsvirði hjá børnunum og teimum ungu. Við at hava tey mest møguligt við í gerandisvirkseminum og fyriskipaðu tiltøkunum, fáa tey succes-upplivingar
- Fjølbroytti kreativiteturin á Margarinfabrikkini verður brúktur sum námsfrøðiligt amboð og er við til at fáa fram skapandi gávurnar hjá børnunum og teimum ungu
Margarinfabrkikkin er eitt lívligt hús. Ymisk tiltøk eru, bæði skipað og spontan. Vit eru av tí áskoðan at tey bestu hugskotini koma frá børnunum og teimum ungu sjálvum. Tí verða brúkararnir av húsinum altíð hoyrdir. Fyri at ganga hesum á møti, hava vit m.a. barnafund eina ferð um mánaðin. Barnafundurin er demokratiskt skipaður, og øll hava møguleika at koma til orðanna.
Í Margarinfabrikkini hava vit virðing fyri hvørjum øðrum og fyri Margarinfabrikkini. Hetta merkir, at vit raðfesta ein positivan atburð mótvegis hvørjum øðrum, og at vit eru góð við Margarinfabrikkina. Allir brúkarar av virkishúsinum skula hava eina kenslu av, at húsið er eitt gott stað at vera.
[space height=”20″] [divider] [space height=”20″]Royk- og rúsfrítt
[space height=”15″]Ì Margarinfabrikkini er ikki loyvt at roykja og at nýta rúsandi løg/evni. Húsið hevur ein virknan politikk á økinum.[divider] [space height=”20″]
[accordion] [acc_item title=”Hví arbeiða vit her?”]Tí at …
- Margarinfabrikkin er eitt livandi, spennandi, inspirerandi og stuttligt hús mitt í hjartanum í Tórshavn
- starvsfelagirnir eru djarvir, empatiskir, stuttligir og engageraðir
- arbeiði er fakliga varierandi og pulserandi og vit fáa brúkt okkara viftu av ymisku fakligu førleikum
- her er møguleiki at fordjúpa seg, bæði í tí einstaka menniskjanum, fakliga og persónliga
- góðu umstøðurnar og umhvørvið rúma so mongum ymiskum menniskjum
- vit hitta so nógv børn og ung í so ymiskum aldri og lívs umstøðum og tískil fáa innlit í eitt breitt tíðarskeið í teirra menning
- vit síggja tey sum sjálvstøðug, stuttlig, leitandi, skapandi, og inspirerandi individ
- synergiin at tey ávirka okkum starvsfólk og vit tey, ger Margarinfabrikkina til eitt læruríkt stað
Eru…
- Rúmligheit – vit hava stórt menninskjaligt innlit, sum ger at vit rúma ymiskleika í Margarinfabrikkini.
- Frælsi – vit hava tað hugsjón at Margarinfabrikkin er ein frístaður hjá børnunum og teimum ungu og tí skulu tey hava møguleikan til at velja til og at velja frá og harvið vera við til at skapa sín egna samleika.
- Humor – vit nýta eitt nú humor fyri at náa børn og ung. Vit hava eina spælandi læru tilgongd. Í Margarinfabrikkini hava vit tað stuttligt saman.
- Felagskapur – menniskja mennist bert í samspælið við onnur. Vit halda at øll børn og ung hava rætt til vinir. Í felagskapinum minka vit um einsemi. Vit vilja at felagskapurin er við til at vit øll, vaksin, børn og ung hava fokus á solidaritetin heldur enn “individdyrkan”.
- Kveikjan – Vit ynskja at stimbra, eggja og inspirera børnini og tey ungu sum koma í Margarinfabrikkina til at menna síni evni og gerast sunn, glað og virkin menniskju. Vit ynskja at vera við til at tey finna megi til at bjóða avbjóðingunum tey møta av. Vit hava eitt tilvitað fokus á styrkir heldur enn veikleikar í Margarinfabrikkini.
Vit…
- geva børnum og ungum frælsi við ábyrgd,- tað gera vit við at børn og ung eru við til at mynda Margarinfabrikkina, samstundis sum vit tillaga krøv og væntanir til tann einstaka
- hava tann hugburð at vit øll eru gimsteinar – og í Margarinfabrikkini sleppa allir gimsteinar at skína.
- geva við okkara vitan og virðing fyri menniskjanum umstøður og møguleikar at børn og ung gera sær sínar egnu royndir, soleiðis at tey fáa eyga á sínar egnu styrkir.
- tora nærveruna, við at skapa tíð og pláss til tann einstaka.
- hava áhuga í at koma at kenna børnini og tey ungu
- leggja oyra til teirra søgu, sum vit hava æruna av at vera partur av.
- skapa umstøður til djúphugsan og at vera í løtuni. Tilgongdin er fyri okkum virðismiklari enn úrslitið.